Mentan

Føroyskur kórtónleikur í Reykjavík

Er boðið til Mentanarnátt í íslendska høvuðsstaðnum - konsertir verða bæði fríggjakvøldið og leygardagin

2022-08-17 18:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fríggjadagin 19. august fer kórið Tarira á stutta konsertferð til Reykjavíkar at luttaka á árligu mentanarnáttini, sum verður leygardagin 20. august.

Tað er føroyska sendistovan í Reykjavík, sum hevur boðið kórinum at luttaka og afturat TARIRA verða eisini onnur føroysk tónleikanøvn á skránni. Konsertirnar við føroysku tónleikabólkunum verða í Kaldalón í Hørpuni, og Tarira er á skránni kl. 16.45 leygardagin.

Á hesi konsertini syngur kórið føroyskt burturav, og talan er um eina fjølbroytta samanseting av nýggjari og einstøkum eldri verkum, sum okkara fremstu tónaskøld hava skrivað. Kórið hevur eisini eina aðra konsert fríggjakvøldið kl. 20 í Fríkirkjuni, sum liggur beint við Tjørnuna í miðbýnum.

Tá hevur kórið eisini, afturat teimum føroysku kórverkunum, eitt lítið úrval av yndissangum eftir m.a. Arvo Pärt og Jaakku Mäntyjärvi.

Luttøkan hjá TARIRA er stuðlað av NATA, Mentanargrunni Landsins, Loftbrúnni og Mowi.

Sí eisini: Herborg, Tarira og Hamradun í Hørpu 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder