Innanlands

Føroyskur atlimaskapur í WHO til umrøðu

Sambært heilsumálaráðharranum er umsóknin latin inn, og um alt gongst sum ætlað verður endalig støða tikin í morgin

2021-05-25 16:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

World Health Organization - vanliga nevndur WHO - hevur verið ein av mest umrøddu felagsskapunum í heiminum síðani fyrst í 2020. Orsøkin er Covid-19, ið tók seg upp í Kina seint í 2019 og sum gjørdist kent og partur av dagligdegnum frá síðst í januar í fjør.

Føroyar eru ikki formliga partur av WHO, men tað verður møguliga broytt heilt skjótt.

Í Facebook-dagføring seinnapartin skrivar Kaj Leo Holm Johannesen, at hann hevur arbeitt við at fáa Føroyum atlimaskap í WHO, síðani hann gjørdist landstýrismaður í heilsumálum, og at nú nærkast til at endaligt svar fæst uppá spurningin.

- Formliga umsóknin er latin inn, um alt gongur sum ætlað verður endaliga avgerðin tikin í morgin av WHO, eg eri so sera spentur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder