Om.fo: Var alt sum tað upprunaliga var ætlað, ja, so var stór TeenStreet lega í Suðurtýsklandi í hesum døgum. Men eisini hesum, eins og so nógvum øðrum tiltøkum beindi corona smittan fyri. Og var alt, sum tað upprunaliga var ætlað, so sang og spældi føroyskur lovsangsbólkur frammanfyri teimum 4000 – 5000 luttakarunum – tannáringum og hjálparfólki – sum plaga at vera til hesar legur og leiddi tey í lovsang.
Men tað bleiv sum kunnugt ikki. Harafturímóti vera smærri legur hildnar runt í øllum Europa. Nakað av tí sum fer fram á hesum legum er online á netinum, og skrá, evni og innihald er nøkurlunda tað sama á øllum legum. Tað er føroyski lovsangsbólkurin, sum leiðir sangin. Mitt í juni mánaða vóru upptøkur gjørdar í kjallaranum í nýggja H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum. Hesar upptøkur av føroyska bólkinum ljóma nú runt í øllum Europa til hesar legur, sum hildnar verða. Vónandi fáa vit at síggja upptøkurnar í Kringvarpinum seinni í ár.
Tey, sum mynda bólkin eru:
Bodil Olsen, lovsangsleiðari
Ólavur J. Hansen, sang
Maria á Lakjuni, sang
Tórður Dam Jacobsen, sang og kassaguitar
Dávid í Lág, bassur og kapelmeistari
Johnny Mikkelsen, el-guitar
Arni Zachariassen, el-guitar
Jógvan Andersen, tangentar
Jasmin Jovanovic, trummur
Fríði Bjarkhamar, percussion
Komandi ár í døgunum 29. juli til 5. august verður eftir ætlan aftur stór TeenStreet lega í Offenburg í Suðurtýsklandi, og tá er eisini ætlanin at føroyski bólkurin fer at leiða sangin.
Men til leguna, sum er á Argjahamri í hesum døgum, eru tey signað við at hoyra hendan sera vælspælandi og syngjandi bólkin leiða tey í lovsang.
Tú hevur eisini møguleika at hoyra bólkin spæla, tí til almennu stuðulsrenningina, sum verður í Havn í morgin, fara tey at spæla. Tey eru at hoyra yvirav trappuni í Vágsbotni millum klokkan 14 og 16.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald