Innanlands

Føroyskur mjøður á hillarnar

Jatnagarður er heitið á fyrsta føroyska mjøðinum

2022-11-11 10:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag gevur felagið Galdr út fyrsta føroyska mjøðin. 

Talan er um ein mjøð av slagnum ‘braggott’: ein mjøður bryggjaður við malti og humlu, soleiðis at hann er ein blandingur ímillum mjøð og øl. 

Jatnagarður, sum mjøðurin eitur, hevur aroma av frukt og blómum, og nógvan hunangs- og malt smakk, við einum veti av karamell. Hann hóskar sera væl saman við røstum. 

Galdr varð stovnað í 2021 av brøðrunum Andrasi og Høgna á Lofti, og vinmanni teirra Peturi Eliasi Ellefsen. Í teirra egnu orðum er endamál teirra at ‘gera heimsins elsta drykk til heimsins nýggja yndisdrykk.’

Jatnagarður er settur til sølu í Rúsunum kring landið í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder