
Nú eru falskar lýsingar við kendum føroyskum persónum eisini komnar til Føroya.
- Orðini hjá Bárður á Steig Nielsen skelkaðu almenningin. Hetta er eitt avgerandi slag fyri hansara yrkisleið. Føroya bankar eru í øðini!
Soleiðis stendur at lýsa í lýsing á Facebook í hesum døgum við mynd av Bárði á Steig Nielsen í klædningi og Keypmannahavn aftanfyri seg.
Tá trýst verður á leinki við yvirskriftini "Alt landið er ørkymlað av samrøðuni í gjár" verður brúkarin beindur víðari til eina heimasíðu við navninum glossty.shop, men er latin í hamin hjá Dimmalætting.
Endamálið er greitt. Tað er at lokka pening frá fólki.
Hetta er nakað sum danskir miðlar hava gjørt vart við í eina tíð. Hjá TV2 er tað eitt nú verturin og tíðindafólkið Divya Das sum verður brúkt í slíkum falskum lýsingum. Eisini hevur Anders Lund Madsen verið brúktur.
Tað vísir seg at vera trupult hjá Meta, sum rekur Facebook, at sleppa av við slíkar lýsingar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald