Hann helt fyri, at skjótt verða vit undirdíkt av vallyftum frá vælmeinandi kommunuvalevnum um alt millum himmal og jørð, og har tey fara at lova okkum alt. Men vit hava ikki brúk fyri øllum. Vit hava brúk fyri minni og betri.
Vit hava brúk fyri: Lægri lønarskatti. Færri kommunum, og størri og effektivari eindum og minni almennum og kommununalum vinnuvirksemi.
Heilt grundleggjandi hava vit brúk fyri at rudda upp og gera eitt høvuðseftirlit við rationalisering fyri eyga.
Vit duga alt ov illa at gagnnýta stóru íløgurnar, ið gjørdar eru í infrakervi og í talgilding. Bert einstakir almennir stovnar, sum t.d. TAKS, hava megnað hetta segði Jón Sigurdsson m.a., tá hann lat dyrnar upp til ein spennandi og áhugaverdan afturvendandi vinnudag, tann 24. av slagnum.
Formaðurin í Arbeiðsgevarafelagnum segði annars:
“Tað er mær ein heiður at bjóða tykkum øllum at vera hjartaliga vælkomin til Vinnudagin 2024.
Eg vil eisini hjartaliga takka Høgna Hoydal, landsstýrimanni, fyri at vilja seta Vinnudagin.
Á vinnudegnum í fjør hevði eg eina áheitan til politisku skipanina:
At vit fóru frá at tosa um støðugar karmar fyri vinnuna til at seta okkum fyri at at betra um karmarnar. Ja – miða eftir at fáa teir allarbestu karmarnar!
Men er so nakað hent, síðani mína áheitan í fjør?
Samanumtikið hevur tað verið lítið framfýsni á vinnupolitiska økinum. Haldi kortini, at onkur góð stig hóast alt eru tikin.
- Fyri fyrstu ferð í nógv ár er lønarskatturin lækkaður, serliga hjá lág- og miðalløntum. Ynskiligt hevði verið at hon var enn størri.
- Eisini eru fyrstu fetini tikin at javnseta skattingina, um tú arbeiðir í Føroyum ella tú arbeiðir uttanlands.
Hetta, at lækka og javnseta lønarskattin hevur verið eitt ynski hjá Føroya Arbeiðsgevarafelagi í mong ár, so hetta fegnast vit sjálvandi um.
Men tað eru eisini fleiri stig tikin skeiva vegin.
- Tað tyngir virksemið hjá nógvum fyritøkum, at fleiri gjøld eru hækkað munandi. Til dømis dýrkaðu orkugjøldini nógv, umframt at kostnaðurin av sjúkradagpeningarskipanina eisini varð hækkaður.
Roknistykkið er einfalt: Hækkaði gjøld á vinnuna geva færri íløgur og minni vøkstur.
- Tann almenni útreiðsluvøksturin er tíverri framvegis alt ov høgur – eisini í mun til at nærkast einum haldførum búskapi.
Men hví er tað so týdningarmikið at hava teir bestu vinnukarmarnar?
Tað er tað, tí bara soleiðis økja vit um kappingarførið hjá Føroyum um at fáa fólk og fyritøkur at velja okkara land sum teirra stað at búgva og at virka. Og soleiðis økja vit um føroyska búskapin og vælferðina.
Og tað hava vit brúk fyri. Bæði at fáa fólk og fyritøkur at velja Føroyar – og at styrkja føroyska búskapin, vælferðina og samfelagið sum heild.
Bæði røddirnar um okkara skinklutta búskap og eitt nýtt Exit Føroyar ræða. Kemur ikki ein broyting skjótt, so verða tað arbeiðsgevararnir og løntakararnir, sum mugu lyfta alla byrðina.
Føroyskur politikkur er illa fongdur av jólamanssjúkuni. Tað snýr seg alt ov nógv um at geva. Og alt ov lítið um, hvar pengarnar skulu koma frá.
Skjótt verða vit undirdíkt av vallyftum frá vælmeinandi kommunuvalevnum um alt millum himmal og jørð, og har tey fara at lova okkum alt. Men vit hava ikki brúk fyri øllum. Vit hava brúk fyri minni og betri.
Vit hava brúk fyri:
- Lægri lønarskatti
- Færri kommunum, og størri og effektivari eindum
- Og minni almennum og kommununalum vinnuvirksemi.
Heilt grundleggjandi hava vit brúk fyri at rudda upp og gera eitt høvuðseftirlit við rationalisering fyri eyga.
Vit duga alt ov illa at gagnnýta stóru íløgurnar, ið gjørdar eru í infrakervi og í talgilding. Bert einstakir almennir stovnar, sum t.d. TAKS, hava megnað hetta.
Bæði land og kommunur mugu fylla minni á fleiri økjum:
- Hví skulu land og kommunur t.d. sláa gras, rudda kava, reka kantinur, asfaltera, og keypa grótknúsarar?
- Hví skal landið bora tunlar og reka landsins størsta vaskarí?
Heldur eiga land og kommunurnar at hugsavna seg um at betra um sínar kjarnuuppgávur.
Á kommunala økinum snýr tað seg serliga um at útstykkja meira til vinnu- og bústaðarendamál, at skipa góða barnaansing og eldrarøkt, nøktandi vatnveiting og kloakkering.
Og so vil eg koma við einari áheitan um alt fyri eitt at fara undir at skipa burturkastøkið í eina effektiva skipan og ikki sum í dag í tveimum skipanum.
Latið okkum eisini leggja nógv størri dent á at tryggja, at almennar íløgur frameftir hava við sær, at rakstrarútreiðslurnar lækka, eitt nú við at skipa almannaøkið, skúlaøkið, eldraøkið og heilsuverkið í størri og skynsamari eindir.
Eg veit væl, at um tú dittar tær at siga, at tað almenna skal effektiviserast og minka, koma mótálop skjótt um, hvørjir pedagogar, lærarar, sjúkrarøktarfrøðingar, læknar og onnur alneyðug almenn starvsfólk skulu til hús. Men tað snýr seg ikki um koyra hesi fólk til hús.
Heldur snýr tað seg um, hvussu vit fáa effektiviserað og smalkað tað almenna – vit eiga at tora at taka neyðugu stigini til at fáa meira fyri pengarnar!
Hetta snýr seg um at tora at skera frá og ikki bert leggja aftur at.
Eitt høvuðsevni á ársins vinnudegi er vitlíki og hvussu vit gagnnýta mongu møguleikarnar á bestan hátt. Eg vænti, at um vit bera okkum rætt at, so kann talgilding og vitlíki hjálpa okkum at effektivisera okkara arbeiði, bæði hjá tí almenna og tí privata. Eg ivist ikki í, at vitlíki eisini fer at hjálpa okkum øllum at nýskapa og menna á so nógvum økjum.
Vit vóna, at tit, tá dagurin er liðugur, hava fingið nakað burturúr og vónandi eisini nakað í skjáttuna heim við.
Við hesum orðum fari eg at bjóða tykkum at verða vælkomin til vinnudagin 2024.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald