Í gjár fingu hundaførarin Finn Hansen og politihundur hansara Tobbi heiðurssteypið, sum árliga verður latið einum hundaførara í danska kongaríkinum, sum hevur gjørt eitt heilt serligt hjálparavrik
Heiðurssteypið, sum verður latið av Ríkispolitistjóranum, er ein viðurkenning til ein hundaførara, ið hevur framt eitt serliga gott avrik og harvið bjargað einum barni, einum sjúkum persóni ella einum ússaligum eldri persóni.
Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur politistur fær henda heiður, skrivar Føroya Politi.
– Heiðranin kemur í kjalarvørrinum av eini ógvusligari hending, sum skuldi loysast undir truplum umstøðum, og sum tíbetur endaði væl.
– Vit í Føroya Politi eru sera errin av Finn og Tobba, teirra megnar arbeiði og innsatsi. Svarti sjefarin er einasti hundur í bólki 1 í Føroyum. Hetta er hægsta stig, ein patruljuhundur kann fáa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald