Innanlands

Føroyskur skipari í sjálvbodnari tænastu á Africa Mercy

Jørgen Frantz Andreasen mynstraði 12. juli 2026 í Toamasina á Madagaskar og hevur nú evstu ábyrgdina fyri skipinum og virkseminum umborð .Jørgen verður umborð til 2. august

Nú nýtir Jørgen Frantz Andrasen sínar drúgvu royndir og leiðsluførleikar í sjálvbodnari tænastu fyri at tæna øðrum (Mynd: trubodin.fo)

Nú nýtir Jørgen Frantz Andrasen sínar drúgvu royndir og leiðsluførleikar í sjálvbodnari tænastu fyri at tæna øðrum (Mynd: trubodin.fo)

2026-07-21 20:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jørgen Frantz Andrasen er farin í sjálvbodna tænastu sum skipari á Africa Mercy. Hetta er hospitalsskip, ið rekur sjúkrahúsarbeiði og hjálpararbeiði í Afrika gjøgnum felagsskapin Mercy Ships.

Tað skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari 

Leirvíkingurin hevur leingi starvast sum skipari - millum annað hjá Smuril Line Cargo. Nú nýtir Jørgen sínar drúgvu royndir og leiðsluførleikar í sjálvbodnari tænastu fyri at tæna øðrum

Hann mynstraði umborð 12. juli 2026 í Toamasina á Madagaskar og hevur nú evstu ábyrgdina fyri skipinum og virkseminum umborð.

- Eg eri skipari umborð, og havi harvið evstu ábyrgd at alt umborð koyrir sum tað skal. Til tað havi eg eitt leiðslutoymi afturat mær, har vit samstarva um raksturin umborð, greiðir Jørgen Frantz Andrasen og sigur víðari við trubodin.fo:

- Eg fekk eitt sera beinleiðis kall frá Guði um at fara hendan túrin. Havi verið í samband við Mercy Ships fleiri ferðir, og nú kom tað sum eitt kall at fara.”

Arbeiðsdagurin byrjar vanliga klokkan 06.00. Eftir morgunmat og gjøgnumgongd av samskifti, hittist manningin til morgunandakt klokkan 08.00. Síðani heldur dagurin fram við fundum, leiðsluuppgávum og samrøðum við fólk umborð. Dagurin endar vanliga umleið klokkan 18.00.

Jørgen verður umborð til 2. august og væntast aftur í Føroyum 4. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder