Føroyski filmsleikstjórin, Andrias Høgenni, hevur sum fyrsti føroyingur nakrantíð vunnið eina virðisløn á Cannes filmsfestivalinum, ið telist millum kendastu filmsstevnur í heiminum. Tað skrivar in.fo.
Tað er stuttfilmurin "Ikki illa meint" frá 2018, sum hevur fingið sonevndu Canal+ virðislønina fyri besta stuttfilm á stevnuni Semaine de la Critique í Cannes.
Filmurin snýr seg um tvær føroyskar vinkonur, Marita og Elinborg, sum av tilvild hittast í Føtex. Tað, sum byrjar sum eitt fólkaligt prát verður til eina størri uppgerð um vinarlag teirra.
Andrias Høgenni skrivar soleiðis á Facebook:
- Vit vunnu!!! Stuttfilmur okkara "Ikki illa meint" hevur vunnið Canal+ virðislønina til Semaine de la Critique í Cannes. Takk til toymi og øll, sum hava stuðlað okkara løgna lítla filmi!
Filmurin vann eisini ársins Geyta-virðisløn í februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald