Mentan

Føroyskur tónleikaungdómur stórliga fagnaður í Bodø

Í døgunum 10. – 14. oktober vóru næmingar úr Tórshavnar musikkskúla í Bodø í Noregi fyri at luttaka í eini verkætlan saman við næmingum úr Noregi og Svøríki.

2024-10-19 11:59 Author image
Innsent
placeholder

Bodø er mentanarhøvuðsstaður í ár, og í tí sambandi bjóðaðu tey føroyskum, samiskum, svenskum og norskum ungdómi til tiltak um siðbundnan mentanararv.
Verkætlanin hevði til endamáls á ymiskan hátt at skapa brúgvar millum ungdóm og siðbundnan mentanarv.

Í tilgongdini hava verkstovur verið fyriskipaðar í Kautokeino, Hamarøj, Arvidsjaur, í Malå og í Føroyum. Verkstovan í Føroyum var í Tórshavnar Musikkskúla vikuskiftið 28. og 29. September.

Tað er Norsk Kulturskoleråd, sum hevur staðið fyri verkætlanini, og fyri Tórshavnar Musikkskúla var Agnar Lamhauge høvuðsfyriskipari, meðan Daniel Rye var við á ferðini umframt foreldur.

Bólkurin úr Samalandi høvdu reinsdjóraskinn sum tema. Tey tilvirkaðu skinn, vístu film umframt at joyk varð lagt afturat. Norðmenn og Sviar framførdu ein sjónleik við upplestri, búnum og tónleiki afturvið.

Bólkurin úr Føroyum hevur arbeitt við kvæðamentan, kingosangi, vísum og skjaldrum, og fingu hesi til at renna væl saman við klassiska tónleikinum. Soleiðis brúkti føroyski bólkurin søgu og mentan sum grundarlag, og fingu soleiðis sameint siðsøgu og samtíð.

Agnar Lamhauge legði tónleikin til rættis, umframt at Ásgerð Stenberg Olsen útsetti eitt verk við støði í Regin Smiði fyri bólkin.

Føroyski bólkurin hevði eisini eina eina almenna framførsla á kulturskúlanum í Bodø, umframt egna konsert í Bodin kirkju, sum er frá ár 1240, og er elsti bygningur í Bodø.

Fólk vóru veruliga hugtikin av føroysku ungdómunum. Sameiningin av føroyskum mentanararvi, søgu og tónleiki varð væl fagnaður, og fingu tey góð skoðsmál fyri framførslurnar.

Tað er sera umráðandi fyri føroyskar næmingar og føroyska musikkskúlan at luttaka í norðurlendskum verkætlanum sum hesari, tí tað gevur íblástur og mennir tíðandi netverk í musikkhøpi. Eisini er umráðandi at føroysk ung miðla føroyska mentan og søgu til onnur ung uttanlands.

Samanumtikið ein sera væleydnað verkætlan, sum Agnar Lamhauge hevur staðið á odda fyri.

Tórshavnar Musikkskúli

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder