Avdullah Hoti, forsætisráðharri í Kosovo, hevur fingið staðfest koronasmittuna. Hetta upplýsti hann sjálvur í dagføring á Facebook í gjárkvøldið.
Avdullah Hoti er farin í sóttarhald, og fer hann at arbeiða heimanifrá komandi vikunar. Hann hostar eitt sindur, men hevur annars eingi sjúkueyðkenni, sigur hann.
Í dag eru júst tveir mánaðir síðani, Avdullah Hoti tók við sum forsætisráðharri 3. juni.
Kosovo, ið er eitt av fátakæstu londunum í Evropa, hevur uml. 1,8 mió. íbúgvar, og landið hevur higartil skrásett uml. 9.000 tilburðir og 249 andlát.
Eins og í hinum Balkan-londunum, er talið á smittutilburðum nógv økt síðan juni.
Hægsti heilsufakligi ráðgevin í Kosovo, Blerim Syle, hevur, sambært Ritzau, ávarað um, at Kosovo kann gerast Wuhan millum Balkan-londini. Her verður víst til kinesiska milliónbýin Wuhan, sum verður hildin at vera upprunastaðið hjá koronavirussinum, sum breyt út í endanum av 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald