Xavier Bettel, forsætisráðharri í Luksemborg, varð sunnudagin innlagdur við koronu, skrivar miðilin RTL.
Xavier Bettell varð staðfestur smittaður 27. juni, og verður hann innlagdur í 24 tímar til eygleiðingar fyri at binda um heilan fingur. Stjórnarleiðarin skal ígjøgnum fleiri kanningar, áðrenn hann verður útskrivaður.
Bettel varð staðfestur positivur stutt eftir, at ES-toppfundur hevði verið í Brússel, men mett verður ikki, at nakar annar stjórnarleiðari hevur havt tætt samband við hann.
Fyrst í mai mánað fekk forsætisráðharrin annars fyrru koppsetingina fyri koronu. Hann varð koppsettur við koppingarevninum hjá AstraZeneca.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald