Leygardagin tosaði russiski forsetin, Vladimir Putin í telefon við Xavier Bettel, forsætisráðharra í Luksemborg.
Samrøðan snúði seg um kríggið í Ukraina, og sambært russisku stjórnini greiddi Putin Bettel frá, at "Ukraina uttan íhald fremur rakettálop á Donetsk og aðrar býir í Fólkalýðveldinum Donetsk".
Skrivstovan hjá forsætisráðharranum í Luksemborg sigur, at Bettel royndi at gera sítt til at fáa Putin at minka um hernaðarliga virksemið í Ukraina.
Sambært Ritzau tosaði Bettel eisini við Putin mánadagin, og hann upplysir, at hann og Putin hava gjørt av at varðveita sambandið.
Higartil hava bert tveir leiðarar úr ES havt regluligt samband við Putin, síðan russiska innrásin í Ukraina byrjaði 24. februar. Tað eru franski forsetin, Emmanuel Macron, og týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald