Uttanlands

Forsætisráðharrin í Serbia fer frá av serstakari orsøk

Milos Vucevic hevur tikið avleiðingarnar av ónøgdini hjá fólki eftir vanlukku, sum kostaði 15 mannalív í november

2025-01-28 13:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Serbia skal skjótt hava nýggjan forsætisráðharra. Hetta er greitt, eftir at Milos Vucevic endaliga hevur lagt frá sær.

Hetta skriva evropeiskar tíðindastovur og miðlar.

Talan er um avleiðingar av stórum trýsti. Ikki beinleiðis politiskum trýsti men meira av nógvum atfinngum og mótmælisgongum fra fólkinum seinastu tíðina.

Tað var 1. november 2024, at 15 fólk doyði á einari tokstøð í næststørsta býnum í Serbia, Novi Sad. 

Tekjan, sum var útyvir, small brádliga saman, og tí hendi vanlukkan. Hendan hendingin hevur fingið øði í nógv fólk - millum annað lesandi sum hava gjørt vart við sína ónøgd við landsins leiðslu. Hetta millum annað við at forða ferðslu í stórbýum.

Tað eru eisini mótmæli móti siðspillu og mutri á ovastu rók í Serbia, og Milos Vucevic helt, at hetta var rætta tíðin at fara frá.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder