Í gjárkvøldið gekk so at siga alt galið hjá Boris Johnson, tá tingið atkvøddi fyri at biðja ES um at útseta Brexit í tríggjar mánaðir og atkvøddi ímóti uppskotinum hjá Boris Johnson um nýval.
Bretlandi er á gosi; politiska støðan er ógreið, og í morgun upplýsir Sky News, at Boris Johnson vil tosa við fólkið, og at dagurin verður sæddur sum fyrsti dystur í valstríðnum. Hetta upplýsir skrivstovan hjá forsætisráðharranum í Downing Street.
Væntandi fer Boris Johnson at siga, at hann framvegis ynskir, at val verður 15. oktober. Yvirhúsið viðgerð í dag lógaruppskotið, ið varð samtykt í Undirhúsinum í gjár. Málið er gerast liðugt við arbeiðnum í morgin klokkan 17.00, so at tingið ann samtykkja avgerðina mánadagin og lata tað víðari til drotningina.
Uppskotið ber í sær, at Bretland við lóg ikki kann fara úr ES uttan eina avtalu. Harvið er tað beint ímóti tí, sum Boris Johnson hevur gjørt og sagt alt sítt skeið sum forsætismálráðharri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald