Uttanlands

Forsætisráðharrin vann valið í Spania

Kortini verður ikki so lætt hjá Pedro Sanchez at skipa stjórn

Pedro Sanchez og sosialistaflokkur hansara vunnu valið í Spania í gjár (Mynd: EPA)

Pedro Sanchez og sosialistaflokkur hansara vunnu valið í Spania í gjár (Mynd: EPA)

2019-04-29 07:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sosialistaflokkurin PSEO og Pedro Sanchez hava tryggja sær støðuna sum størsti flokkur eftir tjóðartingsvalið í Spania í gjár.

Sosialistaflokkurin gjørdist vinnari av valinum við stórari framgongd og 28,7 prosentum av atkvøðunum, meðan konservativi flokkurin, Partido Popular, gjørdist næststørsti flokkur við 16,7 prosentum, skrivar dr.dk.

PSOE fekk 123 sessir í tjóðartinginum, men tað krevjast 176 atkvøður fyri at at fáa meiriluta, og tí skal forsætisráðharrin nú royna at finna saman við aðrar flokkar fyri at skipa samgongu. Spenningurin snýr seg um, hvørt tað eydnast sosialistiska leiðaranum at skipa samgongu uttan um katalansku loysingarfólkini, skrivar dr.dk.

Hetta er triðju ferð í fýra ár, at val hevur verið í Spania. Kortini vóru rættiliga nógv fólk á vali, 75,8 prosent í mun til eina valúttøku á 66,5 prosent á seinasta vali í 2016.

Tað vóru katalansku loysingarfólkinu, sum hjálptu Pedro Sanchez til valdið í síðsta summar. Men í februar í ár vóru somu flokkar orsøk til, at tað ikki eydnaðist honum at fáa fíggjarlógina ígjøgnum.

Fyri fyrstu ferð kom víðgongdi høgraflokkurin Vox á ting við 24 sessum og 10,3 prosentum av atkvøðunum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder