2020-11-09 13:16
Michael Bundesen, forsangari í danska bólkinum Shu-bi-dua, er deyður.
Í tíðindaskrivi upplýsir familja hansara, at hann andaðist sunnukvøldið av krabbameini, 71 ára gamal.
Sambært TV2 andaðist hann í heimi sínum í Gentofte eftir stuttari sjúkralegu.
Bólkurin Shu-bi-dua, sum varð stovnaður í 1973, er kendur fyri hittløg sum "Hvalborg", "Sexchikane", "Vuffeli-vov", og "Den røde tråd".
Shu-bi-dua gavst í 2011, eftir at Michael Bundesen gjørdist álvarsliga sjúkur, og hinir limirnir í bólkinum ásannaðu, at teir ikki kundu halda fram uttan hann.
Áðrenn Michael Bundesen gjørdist forsangari í Shu-bi-dua, las hann løgfrøði og arbeiddi sum vertur á Danmarks Radio.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald