Uttanlands

Forsetaval í Finnlandi

Níggju valevni bjóða seg fram, og tey trý, sum liggja fremst í veljarakanningunum eru Alexander Stubb, fyrrverandi forsætisráðharri; fyrrverandi uttanríkismálaráðharrin Pekka Haavisto, og Jussi Halla-aho, formaður í finska tjóðartinginum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-01-28 14:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er forsetaval í Finnlandi, har eftirmaðurin hjá vælumtókta Sauli Niinistö skal finnast.

Í mars hevur Sauli Niinistö sitið í 12 ár - tvey seksára valskeið - og kann hann ikki stilla uppaftur.

Níggju valevni  bjóða seg fram - seks menn og tríggjar kvinnur. Tó eru tað bert trý, sum liggja fremst í veljarakanningunum, ið vera mett at hava møguleika at vinna. Tey eru Alexander Stubb, fyrrverandi forsætisráðharri; fyrrverandi uttanríkismálaráðharrin Pekka Haavisto, og Jussi Halla-aho, formaður í finska tjóðartinginum, skrivar Ritzau.

Forsetin í Finnlandi hevur ein formligan leiklut, men hann stendur eisini á odda fyri uttanríkis- og trygdarpolitikkinum.

Sambært tíðindastovuni AP hava 4,5 milliónir fólk í dag valrætt í Finnlandi, har samlaða fólkatalið er 5,6 milliónir. Fær einki valevni fleiri enn 50 prosent av atkvøðunum í dag, verður eitt valumfar afturat 11. februar við teimum báðum valevnunum, sum fingu flestar atkvøður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder