Republikanarar, ið kappast um at gerast valevni til komandi forsetaval í USA um eitt ár, hittust í nátt til sjónvarpskjak í Miami. Men heldur ikki hesaferð var fyrrverandi forsetin, Donald Trump, við. Hann helt í staðin sín egna fund nærhendis.
Uttanríkispolitikkur og miðeysturkreppan setti dám á hetta triðja sjónvarpskjakið millum valevnini.
Donald Trump hevur ta áskoðan, at honum ikki nýtist at vera við í hesum kjakum eftir sum hann í veljarakanningunum liggur greitt á odda at gerast republikanskt valevni. So ístaðin skipaði hann fyri einum tiltaki í Miami fáar tímar áðrenn sjónvarpssendingin byrjaði.
Tey fimm, sum vóru við í kjakinum eru nærmastu kappingarneytarnir hjá Trump í stríðnum at gerast valevni fyri republikanska flokkin, eru Chris Christie, Nikki Haley, Ron DeSantis, Vivek Ramaswamy og im Scott. Men ístaðin fyri at fara eftir fyrrverandi forsetanum fyri ikki at vera við, lupu tey á hvønn annan.
Frá vinstru Chris Christie, fyrrv. guvernørur í New Jersey, Nikki Haley, fyrrv. guvernørur í South Carolina, Ron DeSantis, guvernørur í Florida, Vivek Ramaswamy, vinnulívsmaður og Tim Scott, senatorur í South Carolina (Mynd: EPA)
Stuðulin til Ukreina er eitt av málunum, sum skilir tey.
KT-vinnulívsmaðurin Vivek Ramaswamy og guvernørurin í Florida, Ron DeSantis, halda, at USA framhaldandi skal veita Ukraina hjálp, hóast DeSantis heldur, at uppgávan fyrst av øllum er ein, ið evropeisku londini skulu taka sær av.
Sambært honum eigur Evropa at stuðla Ukraina í størri mun enn nú, meðan USA ístaðin kann brúka pengarnar til at verja markið móti Meksiko.
Fyrrverandi ST-sendikvinnan, Nikki Haley, hevur eina aðra áskoðan.
Haley heldur, at USA eigur at stuðla Ukraina uppaftur meira enn Biden-umsitingin ger í dag. Bara við at veita Ukraina allan tann hernaliga stuðulin, landið hevur tørv á, kann Ukraina vinna kríggið, segði Haley.
Hon hevur seinastu tíðina havt vind í seglunum, og er komin upp á eitt annað pláss í veljarakanningunum saman við Ron DeSantis, hvørs undirtøka hinvegin er niðureftir gangandi. Serliga teirra millum var kjakið hart.
Eisini Trump-stuðulin, Vivek Ramaswamy, brúkti høvið at leggja eftir Haley, sum hinvegin kallaði Ramaswamy óreinan.
Ongin greiður vinnari var í kjakinum, sum meira var eitt stríð um silvurheiðursmerki, tí enn hevur Trump onga mótstøðu.
Undanvalini hjá republikanarunum byrja miðskeiðis í januar mánaði í statinum Iowa. Ikki fyrr enn tá fæst greiði á, um undirtøkan hjá Trump veruliga er so dygg, sum veljarakanningarnar benda á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald