Innanlands

Forseti Íslands heiðraði 11 føroyingum við heiðursmerkjum

Talan er um "Riddarakross hinnar íslensku fálkaorðu“, og tað er fyri bjargingavrik teirra í Mykinesi, 26. september 1970, tá TF-FIL flogfarið rendi á Knúk

Tveir mans, ið ikki kundu verða til staðar í gjár, fáa riddarakross seinni

Tveir mans, ið ikki kundu verða til staðar í gjár, fáa riddarakross seinni

2022-05-11 08:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Forseti Íslands, Guðni Th. Jóhannesson er í hesum døgum í Føroyum, og í gjár, týsdagin 10. mai, heiðraði hann 11 føroyingum við heiðursmerkinum "Riddarakross hinnar íslensku fálkaorðu“. Hetta fyri bjargingaravrik teirra í Mykinesi, tann 26. september 1970. Tveir mans, ið ikki kundu verða til staðar í gjár, fáa sítt heiðursmerki seinni

Tað eru nú næstan 52 ár liðin, síðani íslendska flogfarið, TF-FIL, rendi á hægsta tindin á vestastu oynni, á fjallið Knúk. Hetta var undir innflúgvingini til Vágar.

Vanlukkan kravdi átta mannalív. Ein íslendingur og sjey føroyingar doyðu í Mykinesi, og hetta er størsta vanlukka av hesum slagi í Føroyum. 26 fólk sluppu við lívinum

Skrivstovan hjá forseta Íslands boðar í kunningarskrivi frá, at trettan teirra, sum vóru tey fyrstu á staðið, eru enn á lívi og at 11 av teimum vóru við til eina hátíðarløtu í gjár.

Har bar forsetin teimum, sum í 1970 stríddust fyri at bjarga mannalívum í sera ringum umstøðum, tøkk frá íslendsku tjóðini og handaði teimum heiðursmerki íslendsku fálkaorðu, riddarakross.

Heiðursmerkið íslendska fálkaorðan varð sett á stovn árið 1921, og er hon harvið yvir 100-ára gomul.Fálkaorðan er handað teimum, sum hava givið sítt íkast til íslendska samfelagið og íslendsku tjóðina.

Tey, ið fingu heiðursmerki í gjár:

- Aksel Niclasen, fyrrverandi sjómaður.

- Annfinnur á Túvuvølli Jensen, fyrrverandi fiskavirkari.

- Bjarni Hansen, bóndi.

- Dánjal Danielsen, fyrrverandi maskinmeistari.

- Jaspur Joensen, fyrrverandi skipsførari.

- Jákup í Løðu, fyrrverandi lærari.

- Johan Hendrik Olsen, fyrrverandi sjómaður.

- Jóhannes Fredrik Meinhard Summaldur Joensen, fyrrverandi sjómaður.

- Karl Mikkelsen, fyrrverandi sjómaður.

- Katrin Dahl, fyrrverandi sjúkrarøktarfrøðingur.

- Kjartan Simonsen, fyrrverandi snikkari.

- Leon Heinesen, fyrrverandi vitavørður.

- Reðin Leonsson, fyrrverandi løgreglumaður.

[object Object]
Teir sum ikki vóru við til móttøkuna og tí ikki eru við á myndini eru Aksel Niclasen og Kjartan Simonsen. Teir fáa heiðursmerkið handað seinni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder