Innanlands

Forseti og Barbara ganga á odda í skrúðgonguni

Føroyameistarin í tvíspori í fjør eigur rættin at bera merkið fremst í ólavsøkugudstænastuni. Men Barbara Carlsen vil heldur ríða á egna hesi sínum, 19 ára gamla Forseta

Barbara Carlsen og Forseti gingu eisini á odda í 2021 (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Barbara Carlsen og Forseti gingu eisini á odda í 2021 (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2023-07-27 07:03 Author image
Føroya Ríðingarfelag
placeholder

Tað verða Barbara Carlsen og hestur hennara, Forseti, sum í ár koma at ganga á odda fyri árligu skrúðgonguni til setanina av ólavsøku. Barbara Carlsen gjørdist føroyameistari í tvíspori í fjør, og hevur tískil tann frammíhjárætt at ganga á odda fyri skrúðgonguni í ár.

Hon vann FM á ryssuni Svannu hjá Hans Paula Poulsen, men hevur tó valt at marsjera við sínum egna hesti. 

Barbara Carlsen sigur, at hon kennir seg sera trygga á Forseta, og tað at hesturin fyrr hevur roynt at gingið á odda fyri skrúðgonguni, ger bara valið lættari.

Væl vandur hestur

Barbara Carlsen sigur annars um Forseta, ið er 19 ára gamal íslenskur hestur, at hann kann brúkast til alt, fjallatúrar, kappingar o.a.. Hesturin er væl vandur, og Barbara Carlsen sigur, at tað at hon kennir hestin so væl, ger at hon hevur fult álit á honum. Forseti skal eisini kappast í Marknagili ólavsøkudag.

Fyrru ferðina Barbara Carlsen og Forseti gingu fremst í skrúðgonguni, var í 2021. Eisini tá vegna tað at Barbara Carlsen var vorðin føroyameistari árið fyri, við ryssuni hjá Hans P. Poulsen. 

Riðið frá barnsbeini av

Barbara hevur riðið frá barnsbeini av, uppvaksin við Marknagilsvegin var ringt ikki at luttaka í rossalívinum, ið var og er har um leiðina. At foreldrini eru grannar hjá Heðin Samuelsen sum átti ross, gjørdi ikki støðuna verri.

Hon reið eisini kapp longu á heilt ungum árum, m.a. eisini á rossi hjá Hans Paula Poulsen, tá á gomlu Svannu, mammu Svannu núverandi føroyameistaranum. Barbara sigur seg eisini hava fingið gott í beinini frá Poulsen familjuni á Gráasteini.

Skrúðgongan er gamal ólavsøkusiður, reiðfólkini byrjaðu skrúðgonguna longu í 1942. Í nógv ár var Sverri Trónd sjálv ímyndin av ólavsøkuna, tá hann reið á odda fyri skrúðgonguni. Tá hann gavst, valdi nevndin í Føroya Ríðingarfelag, at flaggberi skuldi vera tann ið var føroyameistari í tvíspor vaksin árið fyri. Um hesin ber seg undan, velur nevndin flaggberan.  

Nevndin í Føroya Ríðingarfelag, ið varar av rossunum í skrúðgonguni, hevur í ár lagt eyka dent á, at reiðfólkini koma við væl vandum rossum, hetta skula eisini vera ross, ið tola troðkan og nógvan gang. Kanska serliga er hetta alneyðugt í ár, nú alt er broytt við nýggju ánni á Vaglinum.  

Føroya Ríðingarfelag

[object Object]
(Mynd: Ólavur Frederiksen)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder