Uttanlands

Forseti við stórum avbjóðingum

Í dag er eitt ár síðani at Joe Biden tók við sum amerikanskur forseti

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-01-20 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag er ársdagurin fyri, at Joe Biden tók yvir sum forseti í USA. 12 teir fyrstu mánaðirnir hjá honum hava ikki verið lættir fyri hann sum avloysari hjá Donald Trump í Hvítu Húsunum.

Hóast USA framvegis stríddist við koronafarsóttina, so var friður tó galdandi tað mesta av 2021, og veljararnir tyktust nøgdir.

Men so er ikki longur, skrivar Ritzau. Veljararnir eru ikki nøgdir, teir eru vónbrotnir.

Vónbrotini hava verið nógv fleiri enn sigrarnir, og ein hópur av trupulleikum standa forsetanum fyri framman.

Eitt klovið land
USA er framvegis eitt klovið land, har politiska landslagið í stóran mun er merkt av misálitið millum politisku legurnar, demokratarnar og republikanararnar.

Hesi sár hevur politiski veteranurin Biden, sum nú er 79 ára gamal, ikki bøtt uppá, hóast hann í setanarrøðu síni lovaði at leggja alla sína sál í hetta arbeiðið.

Í sambandi við ársdagin segði Joe Biden á einum tíðindafundi í gjárkvøldið, at hann sum forseti ikki hevði rokna við, at republikanararnir í kongressini í so stóran mun fóru at leggja honum fótonglar.

- Eg hevði ikki roknað við, at tey (republikanararnir, -red.) fóru at leggja so stóra orku í at tryggja sær, at Biden forseti einki fekk av skafti, segði forsetin.

Á lóggávuøkinum hendir lítið og einki, tí Biden ikki kann sannføra konservativar republikanarar um at taka undir við sínum nýskipanarætlanum, sum snúgva seg um tiltøk móti veðurlagsbroytingum, meira vælferð og betri trygging av veljararættindum, skrivar Ritzau.

So seint sum í nátt forðaðu republikanararnir í senatinum fyri einum demokratiskum uppskoti um broyting í valskipanini, ið skal tryggja øllum rætt til at kunna greiða atkvøðu.

Biden hevur heldur ikki megnað at liva upp til vónirnar um, at hann vildi fáa skil á koronafarsóttina, tá meginparturin av amerikanarunum vórðu blivnir koppsettir.

[object Object]
(Mynd: EPA)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder