Evo Morales, sum hevur verið forseti í Bolivia síðan 2006, leggur frá sær.
Hesum boðaði hann frá í røðu, sum varð víst beinleiðis í sjónvarpinum í gjár.
Ófriður hevur verið í Bolivia seinastu vikurnar, síðan Morales vann valið 20. oktober. Síðan tá hevur hann verið undir stórum trýsti, og í gjár varð heitt á forsetan um at leggja frá sær.
Fyrst boðaði Evo Morales annars frá, at hann fór at útskriva nýval og, at hann samsundis fór at skifta landsins valmyndugleikar út. Hetta var eftir áheitan frá m.a. Organization of American States (OAS), sum hevði havt altjóða valeygleiðarar undir valinum í oktober.
Stutt eftir, at Morales hevði boðað frá hesum, heitti herurin tó á hann um at leggja frá sær. Tað var Williams Kaliman, generalur, sum bar boðini í sjónvarpinum, skrivar DR.
Seinastu vikurnar hava stór mótmæli verið í Bolivia, har fólkið hevur kravt nýval, tí tey eru sannførd um, at alt ikki fór rætt fram undir valinum, og sambært frágreiðing frá OAS, er niðurstøðan hjá felagsskapinum eisini, at talan hevur verið um "greiða manipulatión".
Eisini andstøðan í landinum hevur ákært Morales og stýrið hjá honum fyri valsvik, og hevur hon tí noktað at viðurkent úrslitið av valinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald