Suðuramerikanska landið Kili skuldi eftir ætlan vera vertur fyri fleiri altjóða fundum næstu tíðina, m.a. skuldi Kili vera vertur fyri handilstoppfundinum hjá APEC (Asia-Pacific Economic Cooperation) í november og fyri COP25-veðurlagstoppfundinum í desember.
Sebastian Piñera, forseti í Kili, hevur í dag boðað frá, at hesar ætlanir verða av ongum.
Sambært tíðindastovuni Reuters sigur hann, at hesar toppfundir hava stóran týdning fyri bæði Kili og umheimin, og hevur tað verið ein torfør avgerð at taka.
Orsøkin til, at Kili ikki longur fer at hýsa hesum toppfundum er, at landið hevur verið plágað av nógvum ófriði seinastu dagarnar.
Seinastu 12 dagarnar hava upp móti ein mió. fólk verið á gøtuni og mótmælt í størstu býunum í landinum.
Hetta byrjaði, tá prísurin fyri at koyra við metroini hækkaði, og síðani er mótmælið farið at snúgva seg um vaksandi ójavnan og fátækradømið í landinum.
Sebastian Piñera óttaðist fyri, at mótmælini fóru at gerast enn ógvusligari undir toppfundinum.
Undir mótmælinum hava 19 fólk latið lív higartil, og 7000 fólk eru vorðin handtikin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald