Abelardo de la Espriella, forseti í Kolumbia hevur heitt á amerikanska forsetan, Donald Trump um fyribils at strika amerikanska tollin á vørur úr Kolumbia.
Í dagføring á X sigur de la Espriella, at hann í telefonsamrøðu við Trump bað amerikanska forsetan umhugsa at strika høga tollin fyri at minka búskaparliga trýstið á vinnuna í landinum, sum herfyri varð rakt av jarðskjálvta.
24. juli hækkaði amerikanski tollurin á kolumbiskar vørur frá 10 til 12,5 prosent. Einstakar vørur, harundir kaffi og olja, eru undantiknar.
Trump og de la Espriella tosaðu saman í 10 minuttir leygardagin, skrivar Ritzau.
Í samrøðuni sýndi Trump samkenslu við kolumbiska fólkinum, eftir at landið mánadagin varð rakt av ógvusligasta jarðskjálvtanum í hesari øldini.
Jarðskjálvtin, sum varð máldur til 7,4 á Richter-stiganum, hevur lagt stórar partar av vesturkolumbisku býunum Cali og Pereira í oyði, og í minsta lagi 294 fólk hava latið lív. Nærum 13.000 bygningar eru oyðilagdar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald