Uttanlands

Forsetin í Peru koyrdur frá í gjár

Dina Boluarte gerst tekur við sum fyrsti kvinnuligi forsetin í landinum

Dina Boluarte varð útnevnd til fyribils forseta í Pero (Mynd: EPA)

Dina Boluarte varð útnevnd til fyribils forseta í Pero (Mynd: EPA)

2022-12-08 07:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Dina Boluarte var í gjárkvøldið tikin í eið sum nýggjur fyribils forseti í suðuramerikanska landinum Peru, eftir at Pedro Castillo varð settur frá embætinum fyrr um dagin. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.

Boluarte tók við eftir ein hendingaríkan dag, har Pedro Castillo royndi at senda tjóðartingið heim fyri at sleppa undan at verða stillaður fyri ríkisrætt.

Royndin hjá Castillo førdi í fyrsta umfari við sær mótmæli frá andstøðuni, men so byrjaðu ráðharrar at siga seg úr landsins stjórn.

Sagt varð, at Castillo var í holt við at fremja kvett í landinum. Stutt frammanundan hevði hann boðað frá, at hann ætlaði at seta eina ‘undantaksstjórn’ .

Eitt nú boðaði uttanríkisráðharrin, Cesar Landa, frá, at hann segði frá sær, tí Castillo var í gongd við at bróta landsins stjórnarskipan.

- Eg taki frá støðu frá hesum kvettinum, segði Landa, og legði afturat, at Castillo hevði tikið avgerðina uttan sína vitan ella viðmæli.

Eftir at tjóðartingið hevði atkvøtt um at seta forsetan frá, tók løgreglan yvir. Handtók Castillo, sum síðan varð umrøddur sum “fyrrverandi forsetin”.

Varaforsetin í landinum, Dina Boluarte, tók síðan yvir embætið, og gjørdist harvið eisini fyrsti kvinnuligi forseti í Peru nakrantíð.

- Eg biði um samanhald í Peru og virðiligt samskifti millum politisku skipanirnar í landinum, segði Boluarti og legði afturat, at hon vildi royna at seta saman eina fyribils stjórn, við luttøku frá øllum síðum í tjóðartinginum.

Sambært fronsku AFP tíðindastovuni hevur Boluarte sagt, at hon “í samsvari við landsins grundlóg’ fer at sita á forsetaembætinum til 26. juli 2026, tá valskeiðið hjá Duarte gongur út. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder