Amerikanski forsetin, Joe Biden, økir nú hjálpina til Kalifornia, sum hesar seinastu vikurnar hevur verið herjað av oyðileggjandi náttúrueldum í og krong stórbýin Los Angeles.
Forsetin hevur í hesum sambandið góðkenn sokallaða Disaster Decleration, ið merkir at stuðulin til statin nú kann hækkast. Tað upplýsa Hvítu Húsini í eini fráboðan.
Umfatandi eldsbrunarnir byrjaðu av álvara 7. januar, og hava higartil kravt minst 24 mannalív, og noytt 180.000 íbúgvar at flýggja úr heimum sínum, skrivar dr.dk.
Harðast rakt eru økini Pacific Palisades og Eaton har eldsbrunarnir hava gjørt stóran skaða á ognir og infrakervi.
Sambært Reuters tíðindastovuni segði Joe Biden í gjár, at enduruppbyggjanin eftir eldsbrunarnar fer at kosta “fleiri milliardir dollarar”.
Herundir nakrar myndir frá EPA-myndatænastuni av oyðileggingunum í Los Angeles:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald