Meðan demokratarnir leggja fram sínar ákærur móti Donald Trump, forseta, skjýtur høvuðspersónurin aftur við metnógvum boðum á sosialu miðlunum.
Ákærdi var hvørki til staðar í salinum ella í landinum, men amerikanski forsetin brúkti telefonina fyri at gera almenninginum greitt, hvør hugsan hansara er.
Donald Trump sendi ella víðarisendi 150 boð á Twitter í gjár. Harvið hevur amerikanski forsetin sligið egna met sítt frá desember í fjør. Tá tvitraði hann 123 ferðir í eitt samdøgur.
Flestu boðini vóru álop á demokratarnar og teirra ákærur í ríkisrættarsalinum. Twitter-ódnin byrjaði um midnáttarleitið, amerikanska tíð, tá forsetin framvegis var í Davos í Sveits. Sambært factba.se, ið savnar dátur viðvíkjandi Trump, so sendi forsetin út 41 fráboðanir tann næsta tíman.
Virksemið helt fram umborð á flogfarinum Air Force One á veg vestur yvir Atlantshav.
Forsetin endurtók eitt nú síni álop, sum hann hevði borið fram á tíðindafundi í Davos.
Á tíðindafundinum segði Trump, at hann fegin sessast á fyrstu røð í ríkisrættarsalinum, men hann vísti eisini á, at advokatarnir hjá honum ráða honum frá tí, skrivar AP-tíðindastovan.
Tað er ógreitt hvussu Senatið tekur tað, um Trump velur at vitna. Republikanarar hava boðað frá, at tey ynskja at ríkisrættarmálið verður skjótt avgreitt uttan vitni.
Demokratarnir ynskja at kalla nøkur vitni millum næmastu fólkini hjá Trump, sum ikki vildu samstarva, tá Umboðsmannatingið kannaði málið.
Senatið hevur tikið avgerð um at útseta spurningin um vitni til eftir at høvuðsmálini eru løgd fram.
Báðar síður í ríkisrættarmálinum skulu leggja fram sínar áskoðanir. Bæði ákærarnir og verjarnir hava 24 tímar í part yvir tríggjar dagar. Demokratarnir hava higartil brúkt níggju tímar, og hava tveir dagar eftir áðrenn verjarnir hjá Trump taka yvir.
Twitter-vangin hjá Donald Trump
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald