Ríkisráðið í Portugal hevur góðtikið eina umbøn frá landsins forseta, Marcelo Rebelo de Sousa, um at slíta tjóðartingið. Hetta upplýsti forsetaskrivatovan í gjárkvøldið, sambært Ritzau.
Harvið er tað eisini góðkent, at nýval verður útskrivað, tvey ár áðrenn tingskeiðið er av.
Ríkisráðið ráðgevur forsetanum, og er mannað av núverandi og fyrrverandi politikarum, og breitt umboðað politiskt.
Eitt val í úrtíð gjørdist neyðugt, nú tað í farnu viku ikki eydnaðist sosialistisku minilutastjórnini í Portugal at fáa undirtøku fyri einum fíggjarlógaruppskoti.
108 limir í sosialistaflokkinum PS, hjá Antonio Costa, forsætisráðharra, atkvøddu fyri, meðan 117 limir í tjóðartinginum atkvøddu ímóti.
Enn er ikki greitt, nær valið verður hildið, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald