Amerikanski forsetin, Joe Biden, hevur játtað stuðul til statin New York eftir ógvusliga kavastormin, sum hevur herjað í statinum og í stórum parti av landinum.
Í Buffalo í útnyðringspartinum av statinum hava minst 27 fólk latið lív í ógvusliga veðrinum, skrivar Reuters.
Tilsamans hava minst 60 fólk latið lív í USA í storminum. Sambært fleiri miðlum er talan um ringasta storm í 50 ár, skrivar dr.dk.
Summi av teimum deyðu eru funnin í bilum ella í skalvum, meðan onnur eru fallin um, meðan tey vóru úti og skumpaðu kava. Tað eru sendar út ávaringar um, at kavaskumping kann vera vandamikið, tí tað førir til overving í kuldanum.
Nogle af de døde er fundet i biler eller snebanker, mens andre er faldet om, mens de var ude at skovle sne. Der er blevet udsendt advarsler om, at det kan være en farlig aktivitet, fordi det giver overanstrengelser i kulden.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald