Innanlands

Forskúlin í Eysturskúlanum útsettur eitt ár

Innskrivingin til komandi skúlaár var latin aftur, tá Eysturskúlin lýsti við nýggja forskúlatilboðnum, og tí eru ov fá børn melað í forskúlan, skrivar Skúlablaðið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-03-23 17:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað var 27. januar, at Tórshavnar býráð samtykti ætlanina um at seta á stovn ein forskúla í Eysturskulanum, og Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur góðkent ætlanina. Men hon má útsetast í eitt ár, so at fyrstu forskúlabørnini í Eysturskúlanum byrja skúlaárið 2023-2024.

Eysturskúlin hevur tikið fyrstu stigini til forskúla og lýst hann væl, men loyvini frá kommununi og fígging komu so seint upp á pláss, at innskrivingin til komandi skúlaár var latin aftur, tá Eysturskúlin lýsti við forskúlanum, og tí eru ov fá børn meldað í forskúla, og er avgerð tikin um at bíða eitt ár.

– Slíkt skal lýsast í góðari tíð, og foreldur hava brúk fyri at hugsa seg væl um. Hjá nógvum er tað ikki ein løtt avgerð at melda barnið í forskúla. Tað ger seg eisini galdandi, at siðvenja ikki hevur verið fyri forskúla í hesum partinum av býnum, har Eysturskúlin er; her eru góðir stovnar, sum hava gott tilboð til tey seks ára gomlu, sigur Eyðna Magnussen, skúlastjóri við Skúlablaðið.

Pláss verður fyri tveimum forskúlaflokkum við tilsamans 48 næmingum í Eysturskúlanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder