Innanlands

Forsøgn: Argir tók frá Fólkaflokkinum – Framsókn stendur til trý fólk

Framsókn vann á Fólkaflokkinum á Argjum - helst eisini í Havn

Spenningur kring framsóknarborðið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Spenningur kring framsóknarborðið (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-12-08 23:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stórur spenningur er kring borðið við framsóknarfólkum í Norðurlandahúsinum í løtuni.

Alt bendir á, at Framsókn fer at fáa eitt gott val í Suðurstreymi, og tað verður nú eisini staðfest.

Á Argjum fekk Framsókn fleiri atkvøður enn Fólkaflokkurin – 212 móti 186 – og bunkaprognosurnar hjá Sigruni Brend hava eisini bent á, at Framsókn fer at klára seg munandi betur enn Fólkaflokkurin í Havn eisini.

Forsøgnin nú bara Havnin er eftir sigur eisini, at Framsókn nú stendur til at fáa 3 tingfólk. Javnaðarflokkurin stendur framvegis til at vaksa við tveimum til 9 tingfólk.

Flokkarnir, ið nú standa til at missa tingfólk eru Fólkaflokkurin tvey og Sjálvstýri.

Ruth Vang fær eitt sera gott úrslit í kvøld og verður toppskorari á framsóknarlistanum framman fyri Bjarna K. Petersen. Í løtuni er nólsoyingurin Karlot Hergeirsson nummar trý á listanum og Sólvit Nolsøe nummar fýra. Møguliga kann úrslitið í Havn broyta hesa raðfylgjuna.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder