Innanlands

Forsøgn: Javnaðurin tvey fram – Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin missa

Støðan í løtuni er 18-15 til andstøðuna

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-12-08 21:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein forsøgn er nú gjørd eftir at 41 av teimum 57 valstøðunum eru tald upp. Hetta svarar til góð 22 prosent av øllum atkvøðunum.

Henda forsøgnin sigur, at Javnaðarflokkurin verður stóri vinnarin við 27 prosentum og 9 tingfólkunum.

Teir flokkarnir, ið minka, eru núverandi stóru samgonguflokkarnir. Fólkaflokkurin fer úr 8 niður í 7 tingfólk og Sambandsflokkurin úr 7 niður á 6.

Í prosentum stendur Fólkaflokkurin at fáa 19,7 og Sambandsflokkurin 19,1 prosent.

Tjóðveldi er í løtuni fjórstørstur við 17,9 prosentum og seks tingfólkum.

Teir smáu flokkarnir standa í løtuni til at varðveita síni umboð. Framsókn og Miðflokkurin varðveita sínar tveir tingsessir hvør og Sjálvstýri sín eina.

Støðan 18-15 til andstøðuna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder