Innanlands

Forsøgn: Nú standa Fólkaflokkurin og Sjálvstýri at missa fólk til Javnaðarflokkin

Nú er 17-16 til andstøðuna

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-12-08 22:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú eru tað bert úrslitini í Havn og á Argjum, sum bíðað verður eftir.

Forsøgnin fyri 55 av teimum 57 valstøðunum sigur, at Javnaðarflokkurin stendur til at fáa 9 tingfólk, ein framgongd á tvey, og at tað verða Sjálvstýri og Fólkaflokkurin, ið missa.

Við hesi forsøgnini fór Sjálvstýri niður um tinggáttina. Flokkurin stendur nú til 2,3 prosent, og tað er ikki nóg mikið til at fáa umboðan á tingi. Ivasamt er um tey bæði valstøðini í Suðurstreymi, sum eru eftir, kunnu broyta upp á tað.

Javnaðarflokkurin stendur til at fáa 27,2 prosent og 9 tingfólk, Sambandsflokkurin 19,9 prosent og 7 tingfólk, Fólkaflokkurin 19,1 prosent og eisini 7 tingfólk og Tjóðveldi 17,7 prosent og 6 tingfólk.

Miðflokkurin og Framsókn standa í forsøgnini at fáa ávikavist 7,1 og 6,7 prosent og tvey fólk hvør.

Støðan í løtuni er 17-16 til andstøðuna.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder