Sunnukvøldið rakti ein loftsteinur staðið har brúkarar berjast í skjótispælinum Fortnite, og legði alt spælið í oyði. Síðani hevur eitt svart hol verið at sæð hjá teimum, sum hava tendrað spælið.
Soleiðis sær út hjá nógvu Fortnite-spælarunum
Sjálvsagt var hetta eftir ætlanini hjá framleiðaranum av spælinum, men spælararnir - sum í stóran mun eru børn - vistu ikki av hesum. Fyri fleiri kom hetta sera óvæntað, og nógv leitaðu eftir svari á sosialum miðlum. Her var tó einki at koma eftir.
Tað einasta sum var at finna, var ein beinleiðis stroyming av svarta holinum.
Hetta hendir í sambandi við at 11. útgáva av spælinum verður givin út. Hóast tað, so er tað heilt óvanligt at Fortnite hevur valt at kvetta fyri 250 milliónum skrásettum spælarum í óásetta tíð, skrivar tv2.dk.
Soleiðis hendi tað:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald