2019-10-15 15:40
Í hálvtannað samdøgur hava "Fortnite"-spælarar bert start inn í eitt svar hol, eftir at alt spælið varð lagt í oyði sunnukvøldið.
Nógvar gitingar hava verið um, hvat orsøkin til hetta mundi vera, og í dag kom svarið.
Tað vísir seg nú, at orsøkin var, at spælið skuldi dagførast, sum fleiri eisini høvdu gitt, skrivar DR.
"Fortnite"-spælarar kunnu gleða seg til at granska eina heilt nýggja oyggj, umframt at aðrar broytingar eisini eru lagdar afturat.
Les eisini: Fortnite fór í svart
"Fortnite" er ókeypis at taka niður, men hóast hetta hevur spælið kortini eina góða inntøku umvegis eyka lutir og hentleikar, ein kann keypa gjøgnum spælið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald