Væl umtøkta spælið Fortnite er ikki longur tøkt á App Store hjá Apple. Hetta tí, at fyritøkan sum mennir Fornite hevur gjørt egnu gjaldsskipan. Tað skriva útlendskir miðlar í kvøld.
Sambært Reuters sigur Apple orsøkina vera, at kt-risin ikki hevur góðkent nýggju gjaldsskipanina í spælinum. Amerikianski miðilin The Verge, skrivar, at við nýggju gjaldsskipanini fór Fortnite uttan um reglugerðina hjá Apple um, at tey skulu hava 30 prosent av upphæddunum, sum fara ígjøgnum.
- Epic Games, sum framleiðir Fortnite, tók í dag ta óhepnu avgerð, at hava brotið reglugerðina fyri App Store, sum er galdandi fyri allar mennarar, og sum er gjørd fyri at App Store skal vera eitt trygt stað fyri okkara brúkarar, sigur Apple við The Verge.
Fortnite er eitt spæl, har øll berjast móti hvørjum øðrum til ein spælari er eftir. Spælið bleiv tøkt á App Store í 2018, og bleiv tikið niður meira enn 100 milliónir ferð fyrstu fimm mánaðirnar.
Spælið hevur fleiri enn 350 milliónir skrásettar brúkarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald