Innanlands

Fóru til hendurs á sandinum í nátt

Men tá løgreglan kom fram, var stilt og friðarligt á sandinum í Syðrugøtu. Løgreglan steðgaði annars 80 bilum í økinum kring G! festivalin í nátt, men eingin bilførari koyrdi ávirkaður

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-07-15 08:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í gjárkvøldið og í nátt hevur verið friðarligt hjá løgregluni hóast stóri G! festivalurin fór av bakkastokki. 

Bara ein fráboðan kom frá økinum á G! festivalinum. Tað var um hálvgun trý tíðna, tá menn komu til ilnar á sandinum.

Tá løgreglan kom fram løtu seinni, var tó friðarligt og tey flestu vóru á veg heim. Tískil er ikki greitt, hvat er hent har.

Annars hevur løgreglan steðgað bilum í Eysturoynni og kanna um bilførarar vóru ávirkaðir. Í tveimum førum hevði bilførarin ikki koyrikort uppi á sær, og ein fekk bót fyri at brúka telefon meðan koyrt varð, men eingin varð tikin fyri at koyra ávirkaður, verður upplýst av løgreglustøðini í morgun.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder