2022-02-21 15:49
Leygarkvøldið 26. februar verður skipað fyri føstulávintsdansi í bygdahúsinum á Strondum.
Tað verður orkestrið Sommerson Band, sum fer at spæla góðan dansitónleik, og møguleiki er at hita upp áðrenn dansin við búffi í lítlasali, skrivar Sjóvar kommuna á heimasíðuna.
Dansurin byrjar klokkan 23.30, og atgongumerki fáast við dyrnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald