Innanlands

Fosturforeldraskipanin skal eftirmetast

Tað eru skjótt 20 ár síðan, at verandi fosturforeldraskipan varð sett í verk, og tað eru hendar lítlar og ongar broytingar í lóggávuni øll hesi árini, sigur Fosturforeldrafelagið sum heitir á landsstýrismannin í barna- og útbúgvingarmálum um at seta gongd á arbeiðið

Nevndin í Fosturfroeldrafelagnum (Mynd: Fosturforeldrafelagið)

Nevndin í Fosturfroeldrafelagnum (Mynd: Fosturforeldrafelagið)

2025-03-26 11:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir aðalfund í Fosturfroeldrafelagnum 22. mars eru tey í felagnum samd um, at tørvur er á at eftirmeta fosturforeldraksipanina, sum varð sett í verk fyri skjótt 20 árum síðani.

– Tað er okkara vón, at politiski myndugleikin sum varðar av barnaverndarøkinum setur gongd á arbeiði at eftirhyggja allar tættir í fosturforeldraskipanini, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

– Tað eru skjótt 20 ár síðan, at verandi fosturforeldraskipan varð sett í verk, og tað eru hendar lítlar og ongar broytingar í lóggávuni øll hesi árini.

Fosturforeldrafelagið heitir á landsstýrismannin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóna Nolsøe Joensen, um at fáa sett gongd á at eftirmeta fosturforeldraskipanina, og í Fosturforeldrafelagnum vilja tey fegin verða ein virkin viðleikari í hesum arbeiði.

Felagið vísir á, at fosturforeldur eru ein sera týðandi partur í arbeiðnum hjá barnaverndartænastum, tá tað kemur til umsorganarsvikin børn.

– Nýggjastu tølini fyri, hvussu nógv børn eru sett heiman, eru frá 2023. Tá vóru tað í Føroyum 109 børn, sum vóru sett heiman, tað vil siga, at tey av ymiskum orsøkum ikki kunnu búgva hjá sínum foreldrum.

– 70% av børnunum, sum eru sett heiman, eru til fosturs og búgva burturav hjá fosturfamiljum, meðan 30% eru á barnaverndarstovni. Harumframt eru 43 børn, sum eru til umlætting hjá fosturforeldrum fastar dagar hvønn mánaða, sigur felagið.

Nýggj nevnd, nýggj heimasíða og nýtt búmerki
Á aðalfundinum 22. mars var eisini nevndarval á skránni, og hesi vórðu vald í nevndina: Annlis Bjarkhamar, Herdis Justesen, Birna T. Gunnarsson, Randfríð Skorheim Sørensen, og Marjun Sørensen.

Sum eykaumboð vórðu vald Steinvør Albinus, Annbjørg Abrahamsen, Eyðgerð Nattestad Hansen, og Katrin Patursson.

Fosturforeldrafelagið hevur eisini fingið nýggja heimasíðu, www.fosturforeldur.fo og nýtt búmerki, sum VIRKA hevur sniðgivið.

Hetta er alt liður í arbeiðinum at gerast meira sjónlig, og at varpa meira ljós á tað at vera fosturforeldur, sigur felagið.

– Búmerkið ber boð um, at fosturforeldur opna teirra heima og hjarta fyri børnum, sum hava tørv á umsorgan og tryggleika.

[object Object]
Nýggja búmerkið hjá Fosturforeldrafelagnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder