Innanlands

Føroyingar tvíbýttir í spurninginum um fosturtøku

45 prosent halda, at fosturtøka skal bara vera loyvd í serligum førum, meðan 42 prosent halda, at vit í Føroyum skulu hava fría fosturtøku, vísir nýggj Spyr.fo-kanning, sum Portalurin og Blaðið Vikuskifti hava latið gjørt

2023-03-10 19:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hvør er tín støða til fosturtøku, ljóðaði spurningurin sum Portalurin setti 500 fólki í einari Spyr.fo-kanning mikukvøldið.

Spurningurin er partur av veljarakanning, sum verður kunngjørd í Blaðnum Vikuskifti leygarmorgunin klokkan 7.

45 prosent av teimum spurdu halda, at fosturtøka bara skal vera loyvd í serligum førum. 42 prosent halda, at vit skulu hava fría fosturtøku í Føroyum, og 7 prosent halda at fosturtøka skal bannast.

Seks prosent siga seg ikki vita.

Tey, sum hava svarað, at fosturtøka skal vera loyvd í serligum førum, eru eisini spurd um hvør orsøkin skal vera. Her eru flest sum siga, at fosturtøka kann fara fram, um vandi er fyri lívi hjá mammuni.


Um hugt verður nærri at tølunum sæst, at samgonguveljarar - veljarar hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn - í nógv størri mun eru fyri fríari fosturtøku. 63 prosent av teimum, sum siga seg velja ein av samgonguflokkunum, halda at vit skulu hava fría fosturtøku. Hetta talið er 23 prosent hjá veljarunum hjá andstøðuni.

Kjakið um fosturtøku tekur seg javnan upp, og í vikuni fekk Aksel V. Johannsen, løgmaður, handaðar 2000 undirskriftir frá føroyingum, við einari áheitan at dagføra fosturtøkulógina.

Veljarakanningin, sum er gjørd 8. mars - tríggjar mánaðir aftaná løgtingsvalið - verður kunngjørd í Blaðnum Vikuskifti klokkan 7 leygarmorgunin, og verður eisini at finna á portal.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder