Innanlands

Fosturtøkumálið fall

Fosturtøkulóggávan verður ikki broytt á hesum sinni. 13 tingfólk atkvøddu fyri og 18 atkvøddu ímóti uppskotinum hjá Miðflokkinum.

2026-11-09 16:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Galdandi fosturtøkulóggáva verður ikki broytt á hesum sinni. Eftir drúgva 2. viðgerð í dag var uppskotið frá Miðflokkinum felt. 13 tingfólk atkvøddu fyri og 18 ímóti, og harvið fall málið og kemur ikki til eina triðju viðgerð.

Tað óvanliga við málinum og viðgerðini í dag var, at viðgerðin varð hildin uttan at tingið hevði fingið eitt álit at taka støðu til. Hetta tí at tingið fyrr í dag samtykti við 18 atkvøðum móti 15 at taka málið úr rættarnevndini orsaka av at freistin var farin.

Les eisini: Samtykt at fáa uppskotið úr nevnd

Viðgerðin í dag snúði seg bert lutvíst um sjálvt málið frá Miðflokkinum, men í nógv størri mun til tað, sum er farið fram í rættarnevndini og tað at nevndin ikki fekk neyðugu tíðina til at finna fram til eina semju.

Tí varð skotið upp at senda málið aftur í nevnd. Hetta var felt við 14 atkvøðum fyri og 17 ímóti.

Síðan varð atkvøtt um sjálvt málið, sum varð felt við 13 fyri og 18 ímóti. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder