Innanlands

Fótbóltsblusur fyri 17.500 krónur

Leygardagin hevði Reyði Krossur Føroya opið hús, og í hesum sambandi fóru tvær fótbóltsblsuur hjá KÍ og Víkingi eisini á uppboðssølu fyri at stuðla hjálpararbeiðnum hjá felagsskapinum

2022-11-01 11:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 29. oktober hevði Reyði Krossur Føroya opið hús í Stiðjagøtu í Havn, har ymiskt var á skránni.

Endamálið við tiltakinum var at vekja áhuga fyri arbeiðinum hjá Reyða Krossi, at fáa fleiri sjálvboðin og at savna pening inn til hjálpararbeiði.

Í sambandi við tiltakið, høvdu steypafinalistarnir hjá monnum – KÍ og Víkingur – latið eina fótbóltsblusu hvør við undirskrift frá øllum steypafinaluleikarunum. Fótbóltsblusurnar vórðu settar til sølu á Facebook-bólkinum Rótikassin 24/7 fyri at stuðla hjálpararbeiðnum hjá Reyða Krossi.

Felagsskapurin boðar frá, at tilsamans 17.500 krónur komu inn fyri troyggjurnar, sum Rasmus Tróndheim (Víkingur) og Benjamin Gunleifson (KÍ) ognaðu sær.

– Reyði Krossur takkar fótbóltsfeløgunum og keyparunum fyri stuðulin. Peningur frá søluni fer til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi.

Reyði Krossur skrivar eisini, at sera nógv fólk løgdu leiðina framvið leygardagin, og nýttu fleiri høvið at lata stuðul og at gerast limir.

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder