Innanlands

Fótbóltsvenjing hjálpir kvinnum við prediabetes

Føroyskar kvinnur vórðu kannaðar. Úrslitið er nú kunngjørt í vísundaligum tíðarriti 

Heilsufótbóltur er vælumtóktur millum kvinnur (Mynd: FSF)

Heilsufótbóltur er vælumtóktur millum kvinnur (Mynd: FSF)

2019-08-22 09:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nýggj vísindalig kanning, sum Fróðskaparsetur Føroya hevur gjørt í samstarvi við Syddansk Universitet, vísir, at fótbóltsvenjing er serstakliga munadyggur viðgerðarháttur fyri 55-70-ára gamlar kvinnur við byrjandi typu 2 diabetes (prediabetes).

Serstakliga vísir kanningin kliniskt avgerandi jaligt árin á hjarta-æðraheilsuna, sum ofta er vánalig hjá fólki við typu 2 diabetes.

Í dag er greitt, at kropslig venjing er ein heilt avgerandi partur, tá ræður um fyribyrging og viðgerð av lívsstílssjúkum. Hetta er galdandi fyri fleiri sløg av sjúkum so sum hjarta-æðrasjúkum, typu 2 diabetes, nøkur sløg av krabbameini og beinbroyskni.

Í nýggjari kanning, sum Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetrinum og Syddansk Universitet, Peter Krustrup, professari á Syddansk Universitet og May-Britt Skoradal ph.d.-lesandi hava gjørt, varð kannað, hvussu 16 vikur av fótbóltsvenjing og kostvegleiðing ávirka heilsuna hjá 55-70 ára gomlum kvinnum við prediabetes í mun til tær, ið bert fingu kostvegleiðing.

Kanningin varð framd í Føroyum, har menn og kvinnur við prediabetes og einum miðalaldri á 60 ár vandu saman. Royndarpersónarnir vóru funnir í kohortu hjá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Kanningin er nú almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum, European Journal of Applied Physiology.

- Okkara kanningar vísa, at heilsufótbóltur er serstakliga munadyggur venjingarháttur fyri fleiri sjúklingabólkar, og nú eisini fyri 55-70-ára gamlar kvinnur við prediabetes. Kvinnurnar, sum spældu fótbólt ein tíma, tvær ferðir um vikuna, vístu nevniliga avgerandi framgongd í hjarta-æðraheilsuni. T.d.  varð kliniskt týðandi framgongd víst í konditali, blóðtrýsti, kropsfeitti og kolesteroli í blóðinum, sigur Peter Krustrup við heimasíðuna hjá Granskingarráðnum.

- Vanliga vísa kanningar av venjing og ymiskum heilsutættum, at kvinnur ikki fáa líka góð úrslit sum menn, serstakliga tá hugt verður at blóðtrýsti og kropsfeitti. Tað síggja vit ikki í okkara kanning, har bæði kynini vísa sambærilig úrslit.

Magni Mohr leggur aftrat:

- Tað er spennandi, at bæði venjingarintensitetur og árinini av heilsufótbóltsvenjingini vóru líka góð fyri kvinnurnar sum menninar, har vant varð saman. Konditalið vaks enntá meira hjá kvinnunum enn hjá monnum. Hetta vísir, at miðalaldrandi og eldri kvinnur við byrjandi typu 2 diabetes hava minst líka so stórt gagn av fóltbóltsvenjing, sum menn, eisini hóast tær ikki hava spælt fótbólt áður.

- Úrslitini í hesari kanningini undirbyggja, at fóltbóltsvenjing virkar sum breiðspektraður heilivágur fyri fólk við  lívsstílssjúkum í ymiskum aldri og av báðum kynum. Tann staðfesting, sum eftirhondini er stuðlað av meira enn 150 vísindaligum greinum og fleiri metaanalysum, nevniliga at fóltbóltsvenjing gevur breiðspektrað, jalig úrslit á kropsligar førleikar og heilsu er serstakliga týðandi fyri fólk við typu 2 diabetes og prediabetes, tí hesir sjúklingabólkar hava umframt vánaligt blóðsukurkontroll ofta fleiri aðrar heilsuavbjóðingar, staðfestir Magni Mohr, professari at enda.

Sjúkakassagrunnurin stuðlaði kanningini. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder