Uttanlands

Fotografur álopin á veljarafundi hjá Trump

BBC óttast fyri starvsfólkum sínum eftir áhaldandi ágang frá amerikanska forsetanum

2019-02-13 07:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Arbeiðsdagurin hjá einum sjónvarpsfotografi fekk eina óvæntaða vend, tá hann var til upptøku á einum veljarafundi í El Paso nærhendis markið til Meksiko, har amerikanski forsetin, Donald Trump, helt røðu í mánakvøldið.

Ron Skeans, sum er í starvi fyri bretsku sjónvarpsstøðina BBC var sendur út at filma frá veljarafundinum, tá hann knappliga varð álopin og skumpaður av einum áhoyrara. Fotografurin slapp frá hendingini uttan mein, men BBC sigur, at hendingin kann ikki góðtakast.

Álopsmaðurin var í einum reyðum hatti við tekstinum ’Make America Great Again’, sum var eitt av slagorðunum hjá Donald Trump undir valstríðnum til forsetavalið í 2016.

Í einum filmsbroti hjá Ron Skeans sæst, at maðurin verður afturhildin meðan hann rópar ’Fuck the media’.

Tá hann varð tikin av trygdarførðum, fóru áhoyrararnir í salinum at rópa, at maðurin skuldi sleppa at vera verandi. Hann varð tó førdur burtur, og fólkini hjá Trump hava takkað trygdarfólkunum á staðnum.

Men sambært stjóranum hjá BBC í USA, Paul Danahar, bóru trygdarfólkini seg ikki serliga skjótt at.

- Eg beri ótta fyri, at útsøgnin ikki tekur hædd fyri vantandi trygdini á veljarafundinum í El Paso, tá ein av okkara fólkum varð álopin, skrivar hann á Twitter.

Hendingin hevur fingið BBC til at venda sær til miðlaovastan í Hvítu Húsunum, Sarah Huckabee Sanders, og biðið um at fáa trygdarviðurskiftini hjá miðlafólkum í sambandi við veljarafundirnar hjá forsetanum endurskoðað.

Donald Trump hevur gjørt tað til aðalmál at havast at viðurkendum miðlahúsum, so sum BBC, CNN, New York Times og Washington Post, og kalla journalistar teirra fyri lygnarar.

Hann hevur eisini fyrr kallað tíðindafólk fyri ’fíggindar fólksins’, skrivar Ritzau.

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder