placeholder
Innanlands

Fotohandil letur upp á Strondum

Myndin fer at halda til í hølunum hjá Qodio

2020-02-12 16:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin letur nýggjur handil við myndatøkutænastu upp á Strondum. Tað er Lydia Frederiksberg, sum letur upp handilin Myndin í hølunum hjá KT-fyritøkuni Qodio.

Myndin bjóðar myndatøku og prent til privata og vinnuliga marknaðin. Tað eru Lydia Frederiksberg og Jógvan Andersen, stjóri í Qodio, ið hava stovnað felagið.

Qodio og Myndin halda til í Strandatúni 1, har almenn móttøka verður seinnapartin fríggjadagin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder