Innanlands

Fóturin endaði undir bussinum

Bussur koyrdi á ein ferðandi tá hann steig út og datt

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-08-20 12:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í tysingartíð seinnapartin í gjár var eitt ferðsluóhapp á Frælsinum í Havn. 

Ein eldri maður, sum steig út úr bussinum og datt. Fóturin er onkursvegna endaður undir bussinum, og bussurin koyrdi á fótin tá hann var á veg avstað, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Løgreglan og sjúkrabilur komu á staðið og hjálptu manninum.

Eldri maðurin hevur brotið fótin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder