Innanlands

Fountain húsið fær urtagarðarnar at blóma

Tórshavnar kommuna og Fountain húsið hava víðkað avtaluna um, at tey í Fountain húsi røkja garðarnar sum ein part av arbeiðsuppgávunum

2021-05-17 19:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Gomlu urtagarðarnir framvið Tinghúsvegnum hava altíð verið væl røktir. Seinastu tíðina hava tey í Fountain húsi staðið fyri at lúka, sláa gras og seta blómur niður í urtagarðarnar.

Tórshavnar kommuna og Fountain húsið hava víðkað avtaluna um, at tey í Fountain húsi røkja garðarnar sum ein part av arbeiðsuppgávunum, sum fólkini í Fountain húsi longu hava.

Nú røkja tey bæði urtagarðarnar kring Sloans hús, Williams hús og Degns hús, og tey eru sera fegin um hesa mennandi arbeiðsuppgávuna.

Fountain húsið er fyri fólk við sálarligum og/ella sosialum avbjóðingum, sum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum. Fountain húsið mennir førleikar og styrkir hjá fólkunum soleiðis, at tey aftur kunnu gerast virkin í gerandisdegnum.

Súna Mørk er leiðari í Fountain húsi. Í dag var Heðin Mortensen, borgarstjóri, og heilsaði uppá, nú avtalan at røkja urtagarðarnar er undirskrivað.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder