Innanlands

FPU ávarar um verkfall ímóti Atlantic Airways

Ørkymlanin hjá starvsfólkunum er vaksin sum felagið er lopið frá fleiri avtalum teir seinastu tveir mánaðirnar, sum nú er nátt til at flogternurnar vera tvungnar at finna nýggj umboð til samráðingarnar

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2019-08-20 13:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Flyvebranchens Personale Union hevur vegna tey flogternurnar hjá Atlantic Airways í Danmark, sent eina ávaring um verkfall til Atlantic Airways tann 16. august 2019.

Flogternurnar hava í longri tíð ynskt sær eina rættvísa samráðing á jøvnum føti um ein nýggjan sáttmála. Hetta ynski bleiv tó skúgva til viks, tá leiðslan í Atlantic Airways segði upp bæði forkvinnuna og næstforkvinnuna í felagnum fyri flogternurnar, Súlan, sum eisini er ein partur av Flyvebranchens Personale Union, FPU. Tað var tann 19. juni 2019 – heilt uttan ávaring ella grundgeving ella skjalprógv.

Leiðslan hevur seinni kravt at starvsfólkini finna nýggj umboð fyri starvsfólkini og skipa eina nýggja nevnd fyri at sáttmálasamráðingarnar kunnu byrja. Men ongin torir at stilla upp. Samstundis hevur Arbeiðsgevarafelagið blandað seg í innanhýsis viðurskifti í starvsfólkfelagnum við krav um at Súlan broytir sínar viðtøkur.

Skelkaðar flogternur ynskja eina loysn
Flogternurnar í Atlantic Airways samtyktu einmælt at innlima seg í FPU á heysti 2018. Á sama hátt er arbeiðsgevari teirra limur í bæði donskum og evropeiskum áhugafelagsskapum.

Starvsfólkið hevur við hjálp frá fakfelagnum roynt at finna eina loysn við teirra arbeiðsgevara. Bæði í mun til tey bæði uppsøgdu umboðini, men eisini í mun til at koma í gongd við samráðingarnar um tann sáttmálan, sum starvsfólkini ynskja at fáa við felagið.

Ørkymlanin hjá starvsfólkunum er vaksin sum felagið er lopið frá fleiri avtalum teir seinastu tveir mánaðirnar, sum nú er nátt til at flogternurnar vera tvungnar at finna nýggj umboð til samráðingarnar.

Felagið hevur gjøgnum august mánað økt trýstið á starvsfólkið. Í fyrstu syftu hevur leiðslan hildið samtalur við starvsfólkini, sum sambært starvsfólkunum minti mest um forhoyr. Síðan hevur leiðslan boðað frá, at tey fastsettu starvsfólkini og limirnir við støð í Danmark, skulu flyta støð til Føroya. Alt hetta meðan felagið vil økja um nýtsluna av fríyrkisfólki. Atlantic Airways sigur at hetta er vegna bygnaðarligan tørv, hóast felagið júst hevur vunnið enn ein stóran sáttmála í Danmark.

”Vit kenna okkum ótrygg”
Alt hetta hevur fingið flogternurnar at avgera at biðja FPU um at senda fyrstu verksfallsávaring:

”Vit kenna okkum ótrygg. Uttan ein sáttmála og tað verjuna ein sáttmáli gevur, torir ongin at vera álitisfólk. Tí ynskja vit at FPU semist vegna okkum. Tað hava vit gjørt greitt fleiri ferð, og við eini verkfallsávaring, vóna vit at felagið skilur at vit meina tað av álvara. Tað er okkara seinasti útvegur. Vit vóna at leiðslan viðurkennur okkara ynski um samráðingar á jøvnum føti hesa ferð” siga limirnir í Súluni í felag, sum vóna at hetta verður loyst sum skjótast.

Ein sáttmáli skal undir øllum umstøðum til atkvøðu hjá limunum hjá Súluni. Tað eru limirnir sum avgera hvat skal henda fyri starvsfólkini, júst sum hvørki FPU ella limirnir blanda seg í viðtøkur hjá arbeiðsgevaranum ella hvussu hann verður umboðaður.

Ótryggleikin millum starvsfólkini er fyrr í summar blivin lýstur í føroysku miðlunum, við at fleiri fyrrverandi starvsfólk hava staðið fram og fortalt sannleikan um ein harðrendan gerandisdag í Atlantsflog, har uppsøgnir uttan ávaring avgjørt ikki var nakað óvanligt.

Tørvur á rættvísari sáttmála
Tað er ikki einans ótryggleikin í mun til samráðingarnar, sum er trupulleikin. Arbeiðskorini í felagnum eru munandi verri enn restin av vinnuni. Lønin í Atlantsflogið liggur 12-18 prosent undir starvsfeløgunum í líknandi flogfeløgum.

”Arbeiðskorini í Atlantic Airways standa eitt gott pettið aftanfyri onnur feløg. Harafturat er tað ongin av starvsfólkunum, ið tora at vera álitisfólk og tað við góðari orsøk, sum støðan er nú. Vit hava tørv á einum nýggjum sáttmála, eisini í mun til at verja álitisfólkini. Tað vóna vit at felagið skilur. Vit eru í hvussu so er til reiðar at samráðast” sigur Anders Mark Jensen, næstformaður í FPU.

Hann mælir til at arbeiðsgevarapartarnir sum koma til semingsborðið saman við FPU, uttan onnur krøv til hvørki hvussu starvsfólkini skipa seg, ella hvør umboðar tey til samráðingarnar um ein nýggjan sáttmála.

FAKTA UM VERKFALLSÁVARINGINA: Fyrsta ávaringin skal skiljast sum eitt slag av ”gulum korti” og eini boð um at fáa gongd á samráðingarnar  rættvíst og á jøvnum føti fyri allar partar.

FAKTA UM FPU: FPU er fagkfelag fyri flogternur, flogskiparar, tyrluflogskiparar, HEMS-flogskiparar og bjargingarfólk og AFIS-førarar í Danmark, Grønlandi og Føroyum. Eisini flogskipararnar hjá Atlantic Airways.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder