Innanlands

Frá 1. apríl sleppa koppsett undan sóttarhaldi

Eisini fáa børn undir 12 ár tilboð um ókeypis koronakanning við komu til Føroya – Tilmælini, sum vórðu løgd fram í dag, verða eftirmett aftaná páskir

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður

2021-03-05 11:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Nú er eitt ár síðani korona fyrstu ferð varð staðfest í Føroyum, og skjótt er eisini eitt heilt ár síðan at vit settu Føroyar niður í ferð, men nú lýsur aftur í eystri, og vit seta meira ferð á. Soleiðis byrjaði løgmaður, Bárður á Steig Nielsen tíðindafundin í kringvarpinum fyri løtu síðani.

Løgmaður takkaði øllum føroyingum fyri tað stríðið, sum hevur verið seinasta árið, sum hevur gjørt, at tað nú verður enn meira liviligt í Føroyum.

Í løtuni er eingin smittaður í Føroyum, og tað er orsøkin, at tilmælini nú verða tillagaði.

Øll skulu framvegis kannast við komu, og børn undir 12 ár, sum higartil hava verið undantikin kravið um kanning, fáa nú bjóðað ókeypis kanning við komu, av tí at tað mann hevur sæð í útlondum, at børn eisini verða smittaði.

Men frá 1. apríl sleppa øll, sum eru liðugt koppsett fyri covid-19 undan heimauppihaldi, tá tey koma til Føroya.

Hendan dagfestingin er vald, tí at mann væntar at fleiri eru koppsett tá, og tá metir mann tað tí vera nóg trygt at loyva hesum, segði løgmaður.

Smittutrýstið er framvegis høgt rundanum okkum, og tí verður framvegis mælt frá allari óneyðugari ferðing, segði løgmaður.

Markið fyri hvussu nógv kunnu savnast verður hækkað til 200. 200 kunnu nú koma saman í skipaðum bólkum, og fyriskiparar verða bidnir um at venda seg til koronaráðgevingina um, hvussu tiltøk teirra skulu skipast á skynsaman hátt.

Løgmaður legði afturat, at hóast støðan í Føroyum er góð, er framvegis umráðandi at fylgja tilmælini um eitt nú frástøðu, reinføri og at avmarka kropsligt samband.

Tilmælini verða eftirmett á páskum, men um okkurt óvæntað stingur seg upp, verður støðan eftirmett beinanvegin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder